Tíðindi

Dagstovnar og frítíðarskúlar - dagført 14. august 2020

14.08.2020

mánadagin 17. august 2020 lata dagstovnar og frítíðarskúlar uppaftur. Neyðugt er at melda barnið til.

Heitt verður tí á øll foreldur, sum ætla at lata barn sítt á dagstovn í viku 35, um beinanvegin og í seinasta lagi hósdagin 13. august 2020 kl. 22.00, at boða frá á heimasíðuni hjá Sunda kommunu, um tey hava tørv á, at barn teirra kemur á stovn í næstu viku, tvs. tíðarskeiðið 17.-21. august.

Fleiri smittuverjandi tiltøk verða skipað samsvarandi teimum tilmælum, sum heilsumyndugleikar okkara hava ásett, og sum fara at vera galdandi í eina tíð framyvir.

Í eini byrjandi tillagingarstøðu, eisini ansingardegnum viðvíkjandi, er tað av týdningi, at stovnsleiðslurnar fáa at vita hvussu nógv børn koma í ansing, - hvørjar dagar og nær á degnum.

Melda barnið til her. Gevið gætur! Tilmeldingin til viku 35 er nú liðug. 

Seinastu tíðindi

10
feb
Eldradagu­rin verður leygar­dagin 14 mars 2026
09
feb
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
09
feb
Eyka býráðsfundur 10. februar 2026
29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu