Tíðindi

Lestrarhøli fram til summarferiuna

17.03.2021

Vit ynskja at bjóða okkara ungu, sum eru heimalesandi í løtuni, bestu umstøður.

Tí ætlar kommunan at bjóða lestrarhøli, til lesandi á hægri lærustovnum. Í fyrstu syftu er talan um tíðarskeiðið beint eftir páskir og fram til summarferiuna.

Vit eru vitandi um at fleiri lesandi uttanlands eru komin heim at fylgja undirvísingini á netinum, nú fysiska undirvísingin, á flestu útbúgvingarstovnum uttanlands, er niðurløgd orsakað av corona. Í tí sambandi ynskja vit at kanna um tørvur er á lestrarhøli til tey, sum eru heimalesandi í løtuni.

Hugsað verður serliga um tey sum eru heimalesandi, skulu skriva uppgávu ella fyrireika seg til próvtøku.

Áðrenn fari verður út at finna hóskandi høli, vilja vit tó kanna hvør tørvurin er. Tey ið ynskja at gera brúk av hesi tænastuni verða tí biðin um at venda sær til trivnaðarsamskiparan, Hildur Durhuus á tel. 538145 ella senda mail til hildur@sunda.fo innan fríggjadagin 26. mars 2021

Seinastu tíðindi

29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk