Tíðindi

Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg

10.05.2021

Freistin fyri at søkja stuðul til virksemi hjá ítróttarfeløgum, áhugafeløgum, bygda- og avhaldsfeløgum er 1. juni 2021

Sambært stuðulspolitikkinum hjá Sunda kommunu verður stuðul givin soleiðis:

Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg

§ 5. Stuðul til ítróttarfeløg og annað frítíðarvirksemi í Sunda kommunu. Sunda kommuna
lutar á hvørjum ári út stuðul til ítróttarfeløg og til ymiskt annað frítíðarvirksemi, ið fer fram í
kommununi. Stuðulin verður ásettur árliga í mun til fíggjarætlanina hjá Sunda kommunu.

§ 6. Stuðul verður veittur einstaka felagnum eftir skrivligari umsókn.

§ 7. Til tess at verða heimilað stuðli, skulu feløg ella bólkar lúka hesar treytir:

1. Felagið ella bólkurin skal vera heimahoyrandi í kommununi.

2. Felagið skal hava limalista og krevja inn limagjald.

3. Kommunan kann krevja at fáa váttan fyri tal av limum, og hvussu nógv limagjald er
goldið.

4. Avrit av gerðabókini frá aðalfundinum skal fylgja við. Gerðabókin skal prógva, at
grannskoðaður roknskapur er lagdur fram á fundinum. Harafturat skal kommunan kunna
biðja um avrit av roknskapinum, um ivamál stinga seg upp um eitthvørt.

5. Tá treytirnar eru uppfyltar, verður játtaði stuðulin útgoldin.

§ 8. Stuðulin kann hækkast til feløg, sum hava miðvíst ungdómsarbeiði.

§ 9. Ítróttarfeløg skulu sum meginregla luttaka í landskappingum, um slíkar verða hildnar.

§ 10. Fyrisitingin avgreiðir allar umsóknir, ið lúka treytirnar í §7.

Bygda-og avhaldsfeløg

§ 11. Stuðul til bygda- og avhaldsfeløg. Sunda kommuna lutar á hvørjum ári út stuðul til
bygda – og avhaldsfeløg í kommununi. Stuðulin verður ásettur árliga í mun til fíggjarætlanina
hjá Sunda kommunu.

§ 12. Eyka stuðul verður ikki latin til viðlíkahald og íløgur sum feløgini gera í bygningar.A

Seinastu tíðindi

07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
22
des
Lesa til próvtøku um jóltíðir?