Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Útboð av venjingarmiðstøð við Margáir

05.07.2021

Við hesum verður arbeiðið at seta á stovn og reka venjingarmiðstøð við Margáir boðið út alment.

Hølið, á 240 fermetrar við tilhoyrandi vesi og skiftingarrúmum í felagshúsinum við Margáir, er sett av til endamálið.

Uppgávan umfatar at fáa til vega útgerð, uppsetan, viðlíkahald og rakstur av venjingarmiðstøðini.

Um møguleiki ikki er fyri at átaka sær raksturin av venjingarmiðstøðini, er møguligt bert at bjóða upp á at fáa til vega útgerð, uppsetan og viðlíkahald.

Meir kunning og tilfar fæst við at senda teldupost til joannes@sunda.fo

Tilboðini skulu vera inni í seinasta lagi 10. august 2021 kl. 12.00.

Sunda kommuna tilskilar sær rættin til ikki at taka av nøkrum av innkomnu tilboðunum.