Tíðindi

Nýggjur faldari til tilflytarar

14.07.2021

Integratiónspresturin, Marjun Lómaklett, hevur verið á gátt í kommunuskrivstovuni við nýggjum faldara, ætlaður til tilflytarar.

Tá flutt verður til eitt nýtt land, kann hetta hava við sær nógvar spurningar, ivamál og avbjóðingar av ymiskum slagi.

Fólkakirkjan hevur fyrr í ár sett integratiónsprest, Marjun Lómaklett, ið tilflytarar, avvarandi teirra og onnur kunnu seta seg í samband við til tess at fáa ráð og vegleiðing. Hon hevur nú gjørt ein faldara, sum kunnar tilflytarar um tær tænastur integratiónspresturin bjóðar. Marjun sigur, at fólk eru eisini sera vælkomin til bert at tosa við seg um øll viðurskifti og spurningar, ið leika á.

Jóannes Prestá, fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu, tók ímóti faldarunum. Faldarin liggur í móttøkuni á kommunuskrivstovuni og framyvir fáa allir útlendingar, ið melda flyting til kommununa eitt eintak við sær.

Meira kunning her

Seinastu tíðindi

29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk