Tíðindi
Ring koyrilíkindi í Sundalagnum og Bussleiðin koyrir ikki vegna veður.
14.03.2023
Vegna veður koyrir bussleiðin hjá Sunda kommunu ikki í dag, týsdagin 14. mars. Landsverk boðar frá at tað eru ring koyrilíkindi á Saksunarvegnum, Tjørnuvíkarvegnum og í Sundalagnum.
Støðan nú kl. 16 er at nógv jarðrok og eisini hava nakrir skalvar verið. Hetta hevur viðført at nógvur kavi er á vegnum í støðum og fleiri bilar hava staðið fastir.
Heitt verður á bilførarar at vísa varsemi. Okkara menn, við hjálp frá lokalum veitarum, arbeiða hart fyri at halda tørn.