Tíðindi
Fíggjarætlan 2024 einmælt samtykt
30.10.2023
Býráðið í Sunda kommunu samtykti einmælt fíggjarætlanina fyri 2024. Til 1. viðgerð 30. okt. samtykti býráðið einmælt at lækka kommunuskattin við 0,55% stigum, úr 21,5% niður í 20,95%. Somuleiðis samtykti býráðið íløgur fyri 46,6 mió.kr. Íløgurnar fevna víða um í kommununi. Størsta íløgan er til útstykkingar, har útstykking við 27 grundstykkjum á Oyrarbakka er farin í gongd, samstundis sum gongd er sett á afturtøka av grundstykkjum í allari kommununi.
Harnæst er raðfest:
- Brúgv um Stórá millum Hvalvík og Streymnes
- Økt viðlíkahald av kommunalum vegum
- Vatnveiting í Hósvík
- Spillvatnsskipan í Tjørnuvík og Saksun
- Vetrarfriðing í Haldórsvík og Langasandi
- Grøna orkuskiftið, upphiting og løðistøðir
- Kirkjugarðar við Norðskála og í Hósvík
- Skúlin á Langasandi
- Trivnaðarøkið, stuðul til ítrótt og ljósseting
- Vinnuøkið í Hvalvík, Ferðavinna og almenn WC
- Umvæling av Mørkini í Streymnesi
- Náttúrulundina við Streymin og viðarlundina í Hvalvík
- Umframt annað viðlíkahaldsarbeiði á kommunalar bygningar og ítróttarøkið.
Sunda kommuna er væl fyri fíggjarliga, og skuldin í Sunda kommunu er í dag áleið fjórðings álíkning, og við íløgunum omanfyri verður roknað við, at skuldin verður knappliga hálva álíkning.
Seinastu tíðindi
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðsfólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan
Prísurin fyri grundstykkir lækkar
22
des