Tíðindi
Skrivstovufólk til Sunda kommunu
Søkt verður eftir skrivstovufólki til móttøkuna í Sunda kommunu, at byrja 1. apríl 2025, ella eftir nærri avtalu.
Sunda kommuna sóknast eftir einum ábyrgdarfullum og ágrýtnum skrivstovufólki til kommunuskrivstovuna á Oyrarbakka. Vit bjóða eitt spennandi starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, og einum góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum.
Talan er um eitt starv sum er 32 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
- Samskifta við borgarar
- Umsita teldupost
- Journalisering
- Ymiskar fyrifallandi skrivstovuuppgávur
Útbúgving og førleikar
- Tú hevur skrivstovuútbúgving innan fyrisiting
- Tú hevur hollan kunnleika til 360-journalskipanina
- Tú hevur góðar telduførleikar og dugir væl at seta teg inn í nýggjar KT-skipanir
- Tú ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum
- Tú hevur ein skipaðan og sjálvstøðugan arbeiðshátt
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Nærri upplýsingar
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Erland Berg Danielsen, kommunustjóra í Sunda kommunu, á tlf. 29 72 05 ella teldupost erland@sunda.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við lívsrensli, avrit av prógvum og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til sunda@sunda.fo. Umsóknarfreistin er 26. februar 2025.