Tíðindi
Broyttar upplatingartíðir á Umhvørvisplássinum 13. og 14. oktobur 2026
13.10.2026
Vegna vánaliga veðurforsøgn í morgin, 14. oktobur 2026, hevur Umhvørvisplássið við Streymin longda upplatingartíð í dag, 13. oktobur 2026.
Fyri at fólk skulu hava betur møguleika at sleppa av við burturkast og órudd áðrenn illveðrið í morgin, hevur Umhvørvisplássið við Streymin tillagað upplatingartíðina samsvarandi vánaligu veðurforsøgnini komandi dagarnar.
Opið er soleiðis:
Týsdagin 13. oktobur: opið er frá kl. 14.00 – 19.00 (í dag)
Mikudagin 14. oktobur: STONGT
Hósdagin 15. oktobur: opið aftur sum vanligt