Tíðindi

Brillusmiðja latin upp á handilsøkinum við Norðskála

14.09.2021

Í gjár lat nýggjur brilluhandil upp við Norðskála. Borgarstjórin, Jógvan Kruse, var inn á gólvinum og ynskti eigaranum til lukku við nýggju og stásiligu Brillusmiðjuni.

Talan er um eina nýggja fyritøku, ið Regin Thomsen eigur og verður tað hann sjálvur, sum fer at reka Brillusmiðjuna. Regin er útbúgvin optometrist og hevur arbeitt sum optikari í Havn, seinastu 10 árini.

Regin er upprunaliga argjamaður, men hevur búð í Sundalagnum í góð 13 ár. Regin sigur at tað leingi hevur verið ein dreymur at seta á stovn egnan brilluhandil, og hann sær stórar møguleikgar í handilsøkinum við Streymin. Regin hevur sjálvur bygt stóran part av nýggja bygninginum, sum Brillusmiðjan nú húsast í, og tískil hevur tað eisini verið ein drúgv tilgongd at byrja virksemið.

Ætlanin er at Brillusmiðjan skal kunna veita allar tænastur og vørur, sum brilluhandlar vanliga hava, tað veri seg sjónkanningar, brillur, kontaktlinsur og annað. 

Brillusmiðjan fer at hava opið gerandisdagar til kl. 17.30. Sjónkanningar og annað kann bíleggjast á tel. 444422

Seinastu tíðindi

17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025
02
des
Almenn áheitan á Landsverk
01
des
Jólasøga á bókasavninum