Tíðindi

Navnakapping

13.04.2023

Ungdómshúsið í Sunda kommunu skal hava nýtt navn!

Sum flestu kunnugt, so er Ungdómshúsið í Sunda Kommunu fyri tíð síðan flutt í nýggj høli í skúlanum á Oyrarbakka.

Ungdómshúsið hevur iti Garnhúsið, tí hildi varð til í Garnhúsinum á Oyri. Av tí at tað nú er flutt, halda vit at tíðin er komin, at finna eitt nýtt og hóskandi navn til okkara Ungdómshús - Og hvør betur máti at gera júst hetta enn við eini navnakapping. 

Ynskiligt er at fáa eitt navn, sum fellur væl og sum møguliga samljóðar við virksemi og/ella staðseting á tilboðnum.

Send okkum títt uppskot saman við eini frágreiðing, um hví tú hevur valt júst hetta navnið.

Freistin fyri uppskot er 10. mai! Gávukekkkur á 1000 kr til vinnaran

Send títt uppskot til garnhusid@gmail.com ella støkk inn á skrivstovuna hja Sunda Kommunu við einum brævbjálva.

Seinastu tíðindi

29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk